Stovukonsert við Steintór Rasmussen 19. Sep. 2026

kr.250,00

Tað verður serstakt og søguligt. Steintór Rasmussen við gittara og sangi í sínum kæra heimstaði. Tað var her á staðnum, at hann misti sítt unga hjarta og yrkti sínar fyrstu sangir. Um nærveru og vakurleikan millum stór og treystlig fjøll, um tann svanga Hundin Brúna og tey lívsjáttandi orðini Eg vil elska, eg vil liva, eg vil fevna kærleikan.

Steintór mundi longu sum 23 ára gamal hava skilt, at listaverkið fór ongantíð at vera liðugt. Men at skriva er at liva. Og tað fellur Steintóri nátúrligt at yrkja og syngja á móðurmálinum.

Tað er sum skaldið hyggur út gjøgnum vindeygað og orðini koma til hansara. Tú hevur hugt út yvir fjørðin og longst at sloppið vekk. Steintór hevur skrivað hópin av sangum um alt millum himmal og jørð. Men sjálvandi hevur hann eisini yrkt um Heimstaðið og Føroyar. Og sangir um frælsi og frið og um allar heimsins vanlukkur. Tónleikurin er eitt mál, sum flytir øll hugans mørk. Og fáur dugir sum Steintór við sínum óteljandi sangum at lýsa, hvør menniskjan er og hvørjar kenslur vit rúma.

_________________________________________________

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borð. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið góðum víni og øðrum frá Føroya Bjór.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20:00.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

27 in stock

Brellbitar at deila / Tapas to Share

Ger konsertkvøldið eitt sindur serligari og bílegg ein tapas-tallerk at deila frammanundan, so hann stendur klárur á borðinum, tá tit koma.
Ein leskilig samanseting av hummus, olivum, Serrano, Brie, lokalum osti úr Mikladali, frískari frukt, agurk- og gularótarstavum, nøtum og ymisk breyð – perfekt at njóta saman við einum glasi av víni, áðrenn tónleikurin byrjar.
_______________
Make your concert evening extra special and pre-book a tapas platter to share, ready at your table when you arrive.
A delicious selection of hummus, olives, Serrano ham, Brie, local cheese from Mikladalur, fresh fruit, cucumber and carrot sticks, nuts and bread and crackers – perfect to enjoy with a glass of wine before the music begins.

Large platter · 3–4 people · 499 kr.
Small platter · 1–2 people · 199 kr.

SKU: 98226-9 Category:

Description

Tað verður serstakt og søguligt. Steintór Rasmussen við gittara og sangi í sínum kæra heimstaði. Tað var her á staðnum, at hann misti sítt unga hjarta og yrkti sínar fyrstu sangir. Um nærveru og vakurleikan millum stór og treystlig fjøll, um tann svanga Hundin Brúna og tey lívsjáttandi orðini Eg vil elska, eg vil liva, eg vil fevna kærleikan.

Steintór mundi longu sum 23 ára gamal hava skilt, at listaverkið fór ongantíð at vera liðugt. Men at skriva er at liva. Og tað fellur Steintóri nátúrligt at yrkja og syngja á móðurmálinum.

Tað er sum skaldið hyggur út gjøgnum vindeygað og orðini koma til hansara. Tú hevur hugt út yvir fjørðin og longst at sloppið vekk. Steintór hevur skrivað hópin av sangum um alt millum himmal og jørð. Men sjálvandi hevur hann eisini yrkt um Heimstaðið og Føroyar. Og sangir um frælsi og frið og um allar heimsins vanlukkur. Tónleikurin er eitt mál, sum flytir øll hugans mørk. Og fáur dugir sum Steintór við sínum óteljandi sangum at lýsa, hvør menniskjan er og hvørjar kenslur vit rúma.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borð. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið góðum víni og øðrum frá Føroya Bjór.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20:00.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Location: Biskupstøðgarður / Testovan Marin Malena • Biskupstøðgarðurin Historic Site

  • Date: Saturday, 19 September 2026
  • Time: 19:00 – 22:00
  • Capacity: Maximum 30 participants
  • Room: Te stovan
  • Price: 250

Tín bíleggining

No products in the cart.

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.