Stovukonsert við Bjarka Hansen 20.Juni.2026

kr.250,00

Bjarki Hansen, sum er frá navnframari tónleikafamilju, framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði.

Sum barn og ungur var hann við í kórinum Ung Stjørnuskot hjá Sigrið Sivertsen og seinni var hann við í Nósa Grandprix, har hann endaði nr. 2.

Í 2018 var hann í uppskoti til fleiri FMA virðislønir og bleiv valdur til ársins sangara í popp/rokk bólkinum.

Tá Bryan Adams rokkaði Við Tjarnir, hálaði hann Bjarka upp at syngja ‘Straight From the Heart’ og her fingu nógvir føroyingar av álvara eygu og oyru fyri honum.

Bjarki syngur bæði tøkusangir, umframt, at hann eisini ger egið tilfar, sum hann sjálvandi kemur at framføra í Biskupstøðgarði.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

28 in stock

SKU: 53875 Category:

Description

Date: Saturday 20. june 2026

Time: 19:00 – 22:00

Price: 250 DKK

Location: Biskupstøðgarðurin

Tín bíleggining

No products in the cart.

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.