Innilig testovukonsert við Bárði á Lakjuni
kr.250,00
Location
Biskupstøðgarður
Te stovan • Biskupstøðgarðurin Historic Site
Out of stock
Description
About This Event
Tónleikur hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Bárði. Sangur, floytuspæl, klaver, orgul og seinni aukustiskur gittari hevur eyðkent tónleikastílin hjá honum.
Bárður hevur verið við at mynda føroysku gospelsjangruna hesa øldina. Fleiri minnast hann óivað frá gospel bólkunum ‘Salt’ og ‘T.O.S.’, umframt, tónleikin, sum feðgarnir Bárður og Jógvan á Lakjuni góvu út saman í 2012. Í 2020 kom fyrsta útgáva hansara sum solistur “Lívsins dansur” út. Bárður fer fyrst og fremst at framføra egið tilfar, men harumframt fer hann eisini at spæla tøkuløg hjá bæði Leonard Cohen og Johnny Cash.
Inniligi og nærverandi tónleikurin hjá honum fer heilt sikkurt at hóska seg væl í snotiligu umstøðunum í testovuni hjá Marinu Malenu á Biskupstøðgarði.
Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið. Dyrnar lata upp kl 20:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar. Konsertin er stuðlað av Økistónum. 
An Intimate Living Room Concert with Bárður á Lakjuni Music has always been a central part of Bárður á Lakjuni’s life. His distinctive style blends vocals with flute, piano, organ and, in later years, acoustic guitar. Bárður has been one of the key figures in shaping Faroese gospel music scene during the 21st century. Many will know him from the gospel groups Salt and T.O.S., as well as from the album he released together with his father, Jógvan á Lakjuni, in 2012.
In 2020, he released his first solo album, Lívsins dansur (“The Dance of Life”). During this concert, Bárður will primarily perform his own original songs, while also sharing selected classics by Leonard Cohen and Johnny Cash. His warm, intimate style is perfectly suited to the cosy surroundings of Marin Malena’s Tea House at Biskupsstøð. This is a seated living room concert with guests seated around tables. Each table accommodates four people, so if you wish to sit together, please book your tickets as one group. Our charming kitchen will be open throughout the evening, serving light bites, carefully selected wines, and a variety of speciality teas.
Doors open at 8:00 pm, giving guests plenty of time to find their seats and enjoy refreshments before the music begins. The concert is kindly supported by Økistónar.


