Events

Showing all 9 results

  • Blues konsert við Una Debess - 22. aug

    Blues konsert við Una Debess – 22. aug

    kr.250,00

    Uni Debess, eisini nevndur Mr. Blues, er ein av virknastu tónleikarum í Føroyum. Hann hevur verið virkin síðani 2002 og hevur útgivið 13 heildarútgávur, har av kenna vit hittini so sum, “Life is a picture, The Well, Sugar Mama og I’m Gone fyri at nevna nøkur.

    Í 2005 vann Uni Debess saman við GoGo Blues Prix Føroyar og sama ár var bólkurin tilnevndur ársins tónleikabólkur.

    Uni Debess er ein sera virkin tónleikari her heima og uttanlands. Hann hevur t.d. framført á festivalum og á konsertstøðum í hesum londum: Kanada, Onglandi, Skotlandi, Írlandi, Spania, Grønlandi, Danmark, Noregi og Svøríki.

  • Jólakonsert við Beinir - 11. des. 2026

    Jólakonsert við Beinir – 11. des. 2026

    kr.250,00

    11. desember kanst tú hoyra Beinir í Biskupstøðgarðinum.

    Áhoyrararnir kunnu gleða seg til eina persónliga konsert við bæði eldri og nýggjum tónleiki hjá Beini.

    Tað hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri Beinir at spæla sínar sangir í reinasta formi á gittara og klaveri – júst sum hann hevur komponerað teir.

    Beinir er aktuellur við nýggju EP’ini “The end or beginning of us”. Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við tað. Eisini sum partur av nýggja føroyska bólkinum Tøgn, hevur hann útgivið løg sum “Kamarið” og “Sig mær” sum hava verið sera væl móttikin.

    Tað verður uttan iva ein hugnalig og innilig løta í Biskupstøðgarðinum.

    ______________________________

    Talan er um stovukonsert har sitið verður við borð. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

    Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið við víni og góðum frá Føroya Bjór

    Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20:00

    Konsertin er stuðlað av Økistónum.

  • Konsert við fjøllistakvinnuni Daniu O. Tausen og Ragnari Finsson - 21. nov. 2026

    Konsert við fjøllistakvinnuni Daniu O. Tausen og Ragnari Finsson – 21. nov. 2026

    kr.250,00

    Dania O. Tausen er fjøllistakvinna av Toftum. Ein sangari, sangskrivari og yrkjari, ið altíð strembar eftir at skriva markvíðkandi føroyskar yrkingar og sangtekstir, eins væl og ljóðmyndir.

    Dania vann í 2023 føroysku tónleikavirðislønina FMA fyri ársins fløgu fyri sína aðru plátu, ja/nei – og restin av vikuni, eins væl og hon í 2024 varð heiðrað við Ebbuvirðislønini, sum fer til ungar yrkjarar, ið hava serligar gávur.

    Við eini bachelor í ritlist, strembar Dania altíð eftir at leggja ein serligan dám á føroyska málið, eins væl og at skriva viðkomandi tekstir, sum ofta eisini eru humoristiskir.

    Síðani 2019 hevur hon givið tónleik út við bólkum sum Aggrasoppar og Reality Bytes, samstundis sum hon hevur arbeitt hjá plátufelagnum Tutl og verið við til at skipa fyri yrkingaupplestrum og konsertum kring oyggjarnar.

    Hennara solodebutfløga gonguteigatúnatos kom út í 2021, eftir at prosayrkingasavnið Skál og fylgisdokumentarurin Skál komu út.

    Við drúgvum royndum innan tað visuella, serliga við grafiskari list og marknaðarføring, eins væl og við útflutningi av føroyskari list í eitt nú útvarpssendingini Samværi (2023-2024), lesur Dania í løtuni grafiskt design á universtiteti í Oslo. Hon spælir tó enn tónleik samstundis og arbeiðir framvegis hjá Plátufelagnum Tutl.

    ____________________________________________________________________

    Á Biskupstøðgarði verður sitið við borð við 4 plássum, so tað er umráðandi at bíleggja í einum ella viðmerkja, um tit ynskja at sita saman.

    Lítli køkur hevur opið við brellbitum og Fjósið er opið.

    Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna seg til rættis, og at keypa sær okkurt gott at njóta, áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20:00

    Konsertin er stuðlað av Økistónum.

  • Konsert við Lenu Anderssen í Biskupstøðgarðinum - 31. okt. 2026

    Konsert við Lenu Anderssen í Biskupstøðgarðinum – 31. okt. 2026

    kr.250,00

    Testovukonsert við Lenu Anderssen

    Seinastu gott og væl 25 árini hevur Lena Anderssen vunnið hjørtuni á mongum við síni nærveru, sterku tekstum, og frálíku melodiium.

    Við sær hevur Lena mannin og musikalska partnaran Niclas Johannesen, og fara tey at framføra unplugged hetta kvøldið.

    Lena hevur útgivið seks heildarútgávur. Nú er fyrsta føroyskt mælta útgávan á gáttuni. “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, “Við Hetta Borðið” og “Mín Sál Er í Góðum Hondum” hava longu verið nógv at hoyrt.

    Hetta kvøldið fara Lena og Niclas at framføra bæði eldri og heilt nýggj løg, og sungið verður á bæði enskum og føroyskum.

    ________________________________________

    Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

    Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið.

    Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20.

    Konsertin er stuðlað av Økistónum.

  • Martin Joensen í Biskupstøðgarðinum - 3. okt 2026

    Martin Joensen í Biskupstøðgarðinum – 3. okt 2026

    kr.250,00

    Martin Joensen telist millum bjartastu tónleikastjørnurnar yvirhøvur, ið bæði meistrar at skriva egnar tekstir og løg. Sangir sum Ró, Morgun, Lat meg goyma teg, Uttan Teg, 60’ini og Svarti Ravnur eru langtsíðani blivnir fólkaogn. Klassiskarin“Ró” fekk enntá í 2018 heiðurin sum tann besti føroyski sangurin seinastu 50 árini.

    Seks og tredivu av songskattum hansara finnast í Grønu sangbók, umframt, at Martin eisini hevur skrivað fleiri sálmar bæði í føroysku sálmabókini og nýggju sangbókini hjá Brøðrasamkomuni.

    Fleiri minnast óivað Martin væl frá Vestmonnum, men hann varð fyrst virkin í Vestmannabólkinum Fox og seinni útisetabólkinum Avføringar. Seinastu mongu árini hevur tað tó fyrst og fremst verið sum solistur, at vit eru sloppin at njóta ríku sangskattirnar hjá honum.

    Millum flottastu heiðrarnar kunnu nevnast virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2007 og Ársins tónleikaheiður á FMA í 2022. Tí var tað einki annað enn sjálvsagt, at ungu spírarnir í Hoydølum tulkaðu hansara sangir í allarfyrstu av fleiri sendingum fyrr í ár.

    Sum Martin sigur, “Eg fari at syngja og spæla eitt hóskandi bland av mínum sangum – líka frá byjanini fyrst í 70unum og til dagin í dag. Eg vænti, at vit fáa eina hugnaliga løtu saman”.

    ________________________________________________

    Talan er um stovukonsert  har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

    Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið.

    Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20:00

    Konsertin er stuðlað av Økistónum.

     

  • Seinferð konsert við Leu Kampmann - 5. des. 2026

    Seinferð konsert við Leu Kampmann – 5. des. 2026

    kr.250,00

    Seinferð – Ein konsert, har tú fært pláss til at anda

    Tað verður eitt kvøld fyri nærveru og inniligheit, tá Lea spælir løgini av útgávuni Seinferð. Seinferð merkir slow motion, og júst hetta er kjarnin í konsertini – ein mótstøða ímóti skjótleikanum, ið trokar seg inn í lívið. Ein innari uppreistur ímóti krøvunum um at renna líka skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt.

    Løgini eru skrivað saman við Teiti í kavaveðrið í Hoydølum – í friðinum, har orð og tónar fingu loyvi at vaksa í sínum egna tempo. Tað er tónleikur, sum gevur pláss til at merkja, til at minnast og til at anda.

    Á konsertini fær tónleikurin rúm, orðini finna sítt egna pláss, og tíð er ikki nakað, tú skal kappast við, men nakað tú kanst liva í.

    Talan er um stovukonsert har sitið verður við borð. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

    Lítli køkurin borðreiðir við brellbitum og spennandi teið. Fjósið er opið.

    Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20:00

    Konsertin er stuðlað av Økistónum.

  • Storytelling konsert við Søren Manscher 29. okt 2026

    Storytelling konsert við Søren Manscher 29. okt 2026

    kr.250,00

    Søren Manschers intense dagligdagssange er skrevet på guitar med den gode fortælling i højsædet. Der er fokus på absurditeten, idyllen og magtesløsheden i Manschers sange, som med en nærmest spoken-word-agtig tilgang over catchy melodier i et vidtspændende register fortæller om alt fra en tur gennem DK i den klassiske road song “Jeg Blaffer”, til den svære tilgivelse og accept i “Jeg Ønsker Dig Et Godt Liv”.

    I 2019 turnerede Søren Manscher som support for Søren Huss i 19 danske byer i forbindelse med udgivelsen af sit debutalbum, Det er balancerne der holder sammen på det hele. Debuten fulgtes i 2022 op med Den Stærke Sol hvor alle tre singler derfra blev spillet flittigt på P4, P5 og P6. I 2024 udgav Manscher singlen “Som En Bror”, som blev indspillet og produceret med Teitur på Færøerne.

    I efteråret 2026 udgiver Søren Manscher sit tredje album, Hvis jeg bare kunne finde ordene, hvor radiosinglerne “Gylden Indeni” og “Lad Hundene Rende” også figurerer. Albummet bakkes op af en turné med band i både DK og på Færøerne.

    Dette er en siddende stuekoncert, hvor gæsterne sidder ved borde. Hvert bord har plads til fire personer, så hvis I ønsker at sidde sammen, bedes I bestille billetterne samlet. Vores hyggelige køkken holder åbent hele aftenen og serverer små lækkerier, nøje udvalgte vine og et udvalg af specialteer.

    Dørene åbner kl. 19.00, så gæsterne har god tid til at finde deres pladser og købe lidt godt at nyde, inden musikken begynder.

    Koncerten er støttet af Økistónar.

    Søren Manscher Live:
    Søren Manscher: vokal og guitar
    Torleik Mortensen: bas
    Hjørtur Háberg: trommer

  • Testovukonsert við Danny & the Veetos - 7. nov. 2026

    Testovukonsert við Danny & the Veetos – 7. nov. 2026

    kr.250,00

    Fólkapopput konsert við Danny & the Veetos

    Danny & the Veetos hava síðani 2013 blást frískligan og popputan fólkatónleik inn í føroyska tónleikaheimin. Sangir sum ‘Alright’, ‘Sunnukvøld í Havn’, ‘Farvæl’, ‘Stúr ei meir’ og ‘Eg lítil var’ eru blivin fólkaogn og liggja framvegis á mongum veitslutónleikalistum kring landið. Síðstu árini eru stakløg, m.a. ‘Let Me Go’ og ’Súrepli’, løgd afturat.

    Serliga sangurin ‘Alright’ hevur fingið kultstatus í smb. við stóru framgongdina hjá føroysku hondsliðunum og er blivin eitt slag av óalmennum føroyskum tjóðsangi Við Tjarnir og til endaspøl. Hetta hevur so skapt ein størri altjóða áhuga fyri fólksligu sjeikunum.

    ________________________________________
    Talan er um stovukonsert í Biskupstøðgarinum har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

    Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið.

    Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20.

    Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Tín bíleggining

No products in the cart.

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.