Gandakellingin úr Skúvoy
kr.250,00
Tá Sára Malena hittir Marina Malenu í glasstovuni á Biskupstøðgarði.
“Í Føroyum livdi úti í Skúvoy ein kona, sum æt Sára Malena Guttormsdóttir. Hon sigst verða tann seinasta gandakellingin í Føroyum…”
Sára Malena í Heimaragarði í Skúvoy varð fødd í 1832 og doyði í 1903. Hon var einabarn. Longu sum barn hevði hon ringt orð á sær. Hini børnini vildu ikki hava hana við í spælið, tey vaksnu øtaðust um, hvussu hon tíggjaði sær og foreldur hennara høvdu helst viljað sloppið sær av við hana. Men hon var gløgg, dugdi at lesa langt áðrenn hon fór í skúla og røsk til alt arbeiði, inni sum úti.
Seinni fóru søgur at ganga um hana, at hon skuldi duga gand og at biða ilt yvir onnur. Tað segist, at hon var atvoldin til fleiri vanlukkur og at hon í fleiri førum
hevndi seg afturfyri eyðmýking og happing. “Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið”, skrivar Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur í grein síni um Sáru Malenu í tíðarritinum Brá (1984). Nú, vit báðar, Ria og Gunnvá, eru komnar at kenna hana eitt sindur betur, eru vit enn líka hugtiknar og forvitnar. Vit kenna okkum drignar at henni, vit droyma hana, ynskja at mana hana fram, at tráspyrja hana um alt møguligt, vit ynskja at skilja hana. Vit hava lisið í keldum og vit hava tosað um hana. Vit hava tikið til okkum søgurnar um hana; vit hava valt burtur úr, spunnið og broderað víðari. Enn er hon líka duldarfull og samansett. Tað er, sum hoyra vit stillan látur onkustaðni frá. Ella er tað grátur?
Vælkomin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu, sum er ein einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð.
Ein brellbiti kann síggjast á Youtube leinkjuni her: https://www.youtube.com/watch?v=w6LCc1AjbiA [Avrita hana og set hana inn í tín egna kaga]
Til sjónleikin vera 15 stólar á hvørjari síðu, so um tit ynskja at sita lið um lið, er tað umráðandi at bíleggja saman. Lítli køkur hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið við øli á krana og góðum víni o.ø. Til júst hesa framførsluna, verður alt drekkandi og etandi notið uttan Glasstovuna, so tað ikki órógvar sjónleikin.
Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at áðrenn sjónleikurin byrjar kl. 20. Leiktíðin er ca. ein tíma, men barrin er opin til ca. kl. 22.
Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og Ria hava skrivað og skapaðceinrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen, Kristian Osvald Viderø úr Saga
Skúvoyar, Skúvoyarsøgu eftir Petur Andreassen og skaldsøguni Sára Malena -seinasta gandakelling í Føroyum eftir Sólruna Michelsen, umframt øðrum keldum og úr egnum hugaheimi.
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við teatur Grugg
Leikurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni
Landsins og Listaflog 2024.
Myndir: gauihpic
Til ber at lesa meiri um aðrar leikir hjá Gunnvá Zachariassen á www.tvazz.fo
Location
Biskupstøðgarður
Te stovan • Biskupstøðgarðurin Historic Site
Out of stock

