Guðrið framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði. 16.mai.2026

kr.250,00

Við sínum fangandi fólkapoppi skapar Guðrið Hansdóttir eitt univers, har hon tekur áhoyraran inn í eina ferð við søgum um m.a mjørkan, sjómannin, kærleikan og lívsins tvístøður.

Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nurnberg Pop.

Seinasta útgávan Gult myrkur var kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023 og er Guðrið nú plátuaktuell við nýggjari spennandi útgávu við heitinum Sýrublað.

Útgávan, sum er eitt samstarv við yrkjaran Beinir Bergsson, eitur Sýrublað og snýr seg m.a um at førka seg nærri at nátturuni og at koma burtur frá stressi í gerðandisdegnum.

Lítli køkurin hjá Marin Malenu hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið.

Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

25 in stock

SKU: 53877 Category:

Description

Date: Saturday, 16 May 2026

Time: 19:00 – 22:00

Location: Biskupstøðgarðurin

Price: 250 DKK

You may also like…

Tín bíleggining

No products in the cart.

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.