Stovukonsert 18. apríl í Testovuni Marin Malena

From: kr.250,00

Jógvan framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarðinum
Leygarkvøldið tann 18. apríl kl 20:00  fer Jógvan á pall í Testovuni við eini serstakari konsert, har hann bjóðar áhoyrarunum inn í sín tónlistarliga heim.
Á skránni vera løg frá hansara útgávu “Tøgn”, umframt løg frá EP’ini “Love That You Love”. Har umframt fer hann at framføra nýggj løg, sum enn ikki eru útgivin. Á henda hátt, fáa áhoyrarar eitt serligt innlit í bæði tað, sum hevur verið og tað, sum er á veg.
Tónleikurin hjá Jógvani er eyðkendur av einum nærverandi og erligum úttrykki, har røddin er í miðdeplinum. Við íblástri úr føroyskum siðaarvi og einum persónligum, andaligum tónaheimi, skapar hann eina konsertuppliving, har bæði stilli og styrki fáa rúm.
Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.
Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.
Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.
SKU: 94561 Category:

Tín bíleggining

No products in the cart.

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.