FríðuTónar við SWAY: FríðuTónar við Sway

kr.250,00

FríðuTónar við SWAY

SKU: 85593 Category:

Description

FríðuTónar
FríðuTónar er heiti á nýggjari konsertrø.
Eftir ein langan vetur við tvørandi koronaavmarkingum, ið so at siga hava lagt alt mentanarlív í býnum niður, verður nú farið undir at skipa nakrar áhugaverdar tónleikaupplivingar í hjartanum av býi okkara.
FríðuTónar skal skapa karmar um góðan tónleik, hugnaligt umhvørvi og aftur savna fólk til góða samveru.
Saman við góðum tónleiki, verður eisini møguligt at keypa sær lekkurt kaffi, spennandi cocktail’s ella okkurt lætt etandi.
Øll fáa bjóðað vælkomudrykk, tá ið tey koma at njóta løtuna.
Talan er um konsertir, har fólk verða sitandi – har møguleiki eisini er fyri at sleppa av við jakkan í garderopuni – og er tónleikainnslagið deilt í tveir partar, so møguligt er at keypa sær okkurt og njóta samveruna í steðginum.