Nólsoyar Pálsgøta 7 // Opið er: mánadag – leygardag kl. 10.00 – 19.00
Vælkomin til Fríðu Kaffihús
Vit fylgja Covid-19 viðmælum og hava fingið "Safe to Visit" búmerki frá Visit Faroe Islands. Les meir um búmerkið here.
Vit fegnast um, at okkara nýggja heimasíðu nú er liðug! Fríða Kaffihús er meira enn eitt kaffihús; Tað er ein matuppliving og eitt søgusigandi stað, har gesturin sleppur at merkja ta føroysku mentanina.
Fríða Kaffihús er uppkallað eftir fyrsta skipinum, sum føroyingar bygdu: Royndin Fríða. Tað var íverksetin, Nólsoyar Páll, sum bygdi Royndina Fríðu fyri 250 árum síðani. Skipið var bygd ólógliga og í loyndum, men hevur í dag stóran týdning fyri Føroya søgu.
Fríða Kaffihús liggur á Nólsoyar Pálsgøtu og frá svalanum sæst Klaksvíkin, vágin og húsið hjá Nólsoyar Páll, har Royndin Fríða legði at á sinni.


Bílegg kakur
Heilar kakur kunnu bíleggjast á heimasíðuni og avheintast í Fríðu Kaffihúsi.
Vit eru klár at veita lekkrar kakur til næsta føðingardagin, brúdleypið ella eitt hvørt høvi. Vit brúka føroysku vørurnar frá MBM til allar kakurnar, og summar av kakunum fáast uttan gluten. Hetta sæst í frágreiðingini um kakuna. Fríða Kaffihús kann ikki tryggja 100%, at kakurnar eru heilt glutenfríar, tí allar kakur eru gjørdar í sama køki.
Okkara matskrá
Fríða Kaffihús hevur eina fjølbroytta matskrá við nógvum ymiskum rættum og drykkivørum. Vit stuðla fegin lokalum veitarum, tá tað kemur til grønmeti, frukt, fisk og kjøt.
Møguleiki er at gera glutenfrí, laktosufrí, vegetar og vegan frávik av mati, kakum og drykkivørum. Spyr okkum, og vit finna eina loysn.
Vit veita eisini útvið í umhvørvisvinaligum eskjum og koppum.


Bílegg borð
Til ber at bíleggja borð við at ringja til Fríðu Kaffihús á telefon +298 333344 ella við at senda ein teldupost til frida@frida.fo.
Borðið er bílagt, tá eitt av okkara starvsfólkum hevur játtað bíleggingina.
RÚMFØRI:Fríða Kaffihús hevur umleið 20 sitipláss, og svalan avtrat (uml. 20).
Fyri at vit kunnu verja okkum fyri følskum bíleggingum, ella at eingin kemur, biðja vit um eitt navn og telefonnummar. Vit vilja minna á, at stundislig uppmøting er týdningarmikil, tá eitt borð er bílagt.
Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomnum.
Fleiri enn 8 gestir? Vit hava fleiri bólkamøguleikar undir Fríða Adventures.
Fríða Adventures
Tørvar tykkum eina máltíð til næsta ævintýrið? Fríða Kaffihús er altíð tilreiðar at borðreiða fyri bólkum av fólki.
Okkara styrki er, at vit koma har, sum tit eru. Tit kunnu annaðhvørt ringja ella skriva og greiða frá, hvørjum høvi maturin skal borðreiðast til. Er tað ein døgurði til limafundin, ein matpakki til fjalltúrin ella ein trýrætta matskrá til eitt polterabend, so eru vit tilreiðar til at finna bestu loysnina.
Lat ævintýrið byrja við at ringja til Mimmy Vágsheyg á tlf. +298 273344 ella við at skriva til frida@frida.fo.
Niðanfyri eru nakrar av okkara vælumtøktu bólkamatskráum.

UPPLATINGARTÍÐIR
Mánadag til leygardag kl. 10.00 – 19.00
sunnudag er stongt
SAMBAND
Fríða Kaffihús // Nólsoyar Pálsgøta 7 // 700 Klaksvík
+298 333344 // frida@frida.fo