

Guðrið Hansdóttir við bólki
Guðrið Hansdóttir er ein av best umtøktu og eftirspurdi føroysku tónleikarnum í løtuni, hon hevur vunni nógvir prísir ma. Planet Awards og FMA prísir. Guðrið ferðast mest i pop, fólkatónleiki og electropop.
Guðrið lærdi sum ung at spæla guitar saman við pápa sínum, Hans Carl Hansen, sum spældi við Straight Ahead and Streingjasúpan, og hevur hon spælt tónleik líka síðan.
Guðrið hevur framført sín tónleik víða um á stórum heimskendum festivalum og ymiskum tónleika tiltøkum, bæði í EU og USA.
Hon hevur fleiri solo útgávur og eina útgávu við bólkinum Byrta.
Love is Dead, 2007.
The Sky is Opening, 2009.
Beyond the Grey, 2011
BYRTA, 2013
Taking Ship, 2014.
Painted Fire, 2016.
Gult myrkur, 2022.
Nýggjasta útgávan Gult Myrkur, er fyrsta útgávan í fleiri ár, og kemur Guðrið her sterkt aftur. Hennara eldhugi til djúpar vælskrivaðar yrkingar og harmoniskar heitir tónar, førdi til eitt spennandi samstarv millum Guðrið og yrkarin Lív Mariu Rósdóttir Jæger og kendir tónleikarir m.a. Tróndur Bogason, Mikael Blak, Janus Rasmussen, Benjamin Petersen, Eivør Pálsdóttir og Matthias Kapnas. Gult Myrkur er ein sera spennandi útgáva, sum vit gleða okkum til at hoyra live.
Vit eru sera fegin um at hon kemur til Klaksvíkar at framføra til FríðuTónar á Café Fríðu.
Við sær hevur hon nýggjan bólk:
Katrinu Olsen: kór, saksofon, keyboard
Ari Johannesen: guitar
Karl Andrias Stórá: bass
Hjørtur Háberg: trummur

