

FríðuTónar við Tinganest
Tinganest verður sagdur at verða Føroya størstu kultbólkur.
Bólkurin byrjaði at spæla í sjeytiárunum, og nú, nærum 50 ár seinni, spæla teir enn.
Hetta er aðruferð Tinganest spælur til FríðuTónar, fyrstu ferð var í marts 2022, tá spældu teir eina útselda konsert. Lagið var fantastiskt á bæði tónleikarum og gestum og vænta vit onki minni hesu ferð.
Núverandi manning í Tinganest er:
- Finnur J. Jacobsen trummur og sang,
- Jóan Jakku Guttesen bass og sang
- Holgar Jacobsen guitar og sang
- Magnus á Stongum guitar og sang
Vit gleðast um at kunna bjóða Tinganest til FríðuTónar 15. apríl 2023 kl. 20 á Kafe Fríðu.

