

FríðuTónar við Anfinn & Co
Á Torradøgum skjóta FríðuTónar aftur gongd á tónleikaskránna fyri 2023, og tað verður gjørt við einum braki, ið Anfinn Nielsen og Co fara at geva fjøldini.
Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum, og tá ið Anfinn er upp á spæl, so kann man veruliga vænta eina festliga, hugnaliga og lívliga tónleikauppliving. Anfinn hevur fingið stóran part av tónleikarunum hjá Hjarnum at hjálpa sær til forkunnugu konsertina, og hevur lovað, at allir teir góðu slagararnir verða at hoyra.
Klaksvíkingurin, Anfinn Nielsen, hevur undirhildið føroyingum við fangandi og stuttligum sangum, ið fólk veruliga hava tikið til sín.
Nógvir av sangunum hava verið sonn plettskot bæði við orðum og løgum – hugsa bara um sangirnar »Í skúri«, »Sirkus Tinganes«, »Gubbi og eg«, »Lítli Fuglur«, »Summar«, »Mítt hjarta pumpar fyri tær« og »Ein glavir havnamavir«. Hetta verður ein av stóru syngið-við løtunum, og kenna vit Anfinn og hansara fólk rætt, verður tað ein bæði festlig og lívlig konsert.
Konsertin verður leygardagin 25. Februar kl. 20.00, sum partur av Torraskránni.
Kostnaðurin er 175 kr. Fyri atgongumerkið, og vælkomudrykkur verður bjóðaður við dyrnar.
Sold out!

