FríðuTónar – Lena & Niklas

Lena og Niclas megna altíð at fáa lurtarin inn í eina dragandi tónleikauppliving. Sangir, sum eru inniligir, men sum sanniliga eisini kunnu vera lívligir.

Við nærlagdari rødd og framúr guittarspæli, er tað sum áhoyrarnir ikki kunnu annað enn lurta og uppliva. Umframt allar teir kendu sangirnar, so sum “I still love you”, “Oh brother with the broken wing” og “True love in a way”, so eru fangandi søgurnar og frágreiðingarnar ein týðandi partur av heildarupplivingini.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum til eina dragandi tónleikauppliving saman við Lenu og Niclas, í hugnaligu umstøðunum á kaffistovu okkara.

Vælkomin á FríðuTónar 2022

FríðuTónar
FríðuTónar er heiti á nýggjari konsertrøð.
Eftir ein langan vetur við tvørandi koronaavmarkingum, ið so at siga hava lagt alt mentanarlív í býnum niður, verður nú farið undir at skipa nakrar áhugaverdar tónleikaupplivingar í hjartanum av býi okkara.
FríðuTónar skal skapa karmar um góðan tónleik, hugnaligt umhvørvi og aftur savna fólk til góða samveru.
Saman við góðum tónleiki, verður eisini møguligt at keypa sær lekkurt kaffi, spennandi cocktail’s ella okkurt lætt etandi.
Talan er um konsertir, har fólk verða sitandi – har møguleiki eisini er fyri at sleppa av við jakkan í garderopuni – og er tónleikainnslagið deilt í tveir partar, so møguligt er at keypa sær okkurt og njóta samveruna í steðginum og aftaná.

The event is finished.

Date

Mar 26 2022
Expired!

Time

Kaféin hevur opið til kl. 24
21:00 - 23:00

Cost

kr250.00
Kafé Fríða

Location

Kafé Fríða
Biskupstorg 5
Website
http://www.frida.fo

Organizer

FríðuTónar
Email
frida@frida.fo
Website
http://www.frida.fo
QR Code

Tín bíleggining

No products in the cart.

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.