

FríðuTónar v. Høgna Lisberg
FríðuTónar við Høgna Lisberg
Frá sínu fyrstu útgávu í 2003 “Most Beautiful Things” til sína nýggjastu útgávu í 2020 “Within a Man”, hevur tónlistaleiðin verið áhaldandi og hevur hann allatíð flutt seg longri og longri inn í sínar djúpu tekstir. Hansara tekstir eru rørandi og viðgera stór evni, sum nema áhoyrarnar.
Høgni vann eina FMA sum ársins framleiðari, fyri sína nýggjastu útgávu “Within a Man”. Serliga hava løgini “Simple Man”, ”On Your Side” og ”Waiting For You” verið væl spæld í útvarpinum Hann hevur framleitt 8 solo útgávur – hvør betri enn onnur. Hansara løg hava ferðast víða um í heiminum, Høgni hevur verið at hoyrt í stórum festivalum kring heimin, í NBA telduspølum, US Open tennis, TVspots og MTV. Høgni eigur nakrar av bestu føroysku útgávunum. Løg sum “Haré Haré”, “Con Man” og “Call For a Revolution” eru rein meistaraverk, og báðar fyrstu útgávurnar “Morning Dew” og “Most Beautiful Things” vóru sera góðar útgávur.
Vit kunnu gleða okkum til eina intima tónleikauppliving í Biskupstorg, saman við Høgna Lisberg leygardagin 5. mars kl. 21.00

