Café Fríða events

  • Son of Fortune - Stovukonsert 30.mai.2026

    Son of Fortune – Stovukonsert 30.mai.2026

    kr.250,00

    Benjamin Petersen ið kallar seg Son of Fortune er ein outlaw rokk n’ rollari sum vil naka!

    Seinasta plátan hjá honum “Voodoo Pop” bleiv upptikin í Nashville Tennessee av monnum ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White, Jambalaja vældi stak lagi “Willie’s Joints” at vera ársins lag í 2021 og Son of Fortune er aftur ávegis við nýggjum tónleiki.

    Til konsertina á Biskupstøgarðnum fer Son of Fortune at spæla heimagjørdan tónleik, alt frá AVE plátuni hann gjørdi við Petur Pólson til nýbryggjaði løg men eisini vera onkur tøkuløg at hoyra frá “Jakkanum” og Símun Konoy.

  • Stovukonsert við Bjarka Hansen 20.Juni.2026

    Stovukonsert við Bjarka Hansen 20.Juni.2026

    kr.250,00

    Bjarki Hansen, sum er frá navnframari tónleikafamilju, framførir í Testovuni hjá Marin Malenu á Biskupstøðgarði.

    Sum barn og ungur var hann við í kórinum Ung Stjørnuskot hjá Sigrið Sivertsen og seinni var hann við í Nósa Grandprix, har hann endaði nr. 2.

    Í 2018 var hann í uppskoti til fleiri FMA virðislønir og bleiv valdur til ársins sangara í popp/rokk bólkinum.

    Tá Bryan Adams rokkaði Við Tjarnir, hálaði hann Bjarka upp at syngja ‘Straight From the Heart’ og her fingu nógvir føroyingar av álvara eygu og oyru fyri honum.

    Bjarki syngur bæði tøkusangir, umframt, at hann eisini ger egið tilfar, sum hann sjálvandi kemur at framføra í Biskupstøðgarði.

    Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman.

    Lítli køkurin hevur opið við brellbitum, góðum víni og spennandi teið.

    Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.

Tín bíleggining

No products in the cart.

Find locations near you

Discover a location near you with delivery or pickup options available right now.