Testovuskonsert við Lív Næs og Tróndur Enni
kr.250,00
Ein fólkakær duo sum hevur framført við teirra tónum seinastu mongu árini, og saman við teimum er Óli Mortensen á gittara komin afturat.
Tónleikurin er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar flættast saman í eina symbiosu.
Tónleikurin er og fólkakendur, bleytur og melankolskur við einum pulsi. Summi hava enntá lagt tey undir fyri at vera vorðin “popp/country”.
Saman hava hesi bæði funnu sína egnu rók – og afturat sær, hava tey fingið Óla Mortensen á el guitar, sum gevur framførsluni eina eyka dimensjón.
Tey gleða seg at framføra nýtt, gott og gamalt á Biskupstøðgarði í Klaksvík.
Talan er um stovukonsert har sitið verður við borðið.
Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vilja sita saman.
Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og góðum víni.
Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar.
27 in stock
Description
Date: Friday, 29 May 2026
Time 19:00 – 22:00 (music starts 8pm)
Location: Testovan Marin Malena at Biskupstøðgarðinum




