Matarskrá

Morgunmatur

Mánadag til fríggjadag frá kl. 9 til kl. 11:30

Ein stórur tallerkur við øllum sum hoyrir einum góðum morgunmati til, m.a.

egg, flesk, 2 sløg av osti, serrano skinka, rullupylsa, jogurt, nøtir, frukt og grønt.

Sjálvandi fylgir eisini gott nýbryggjað kaffi og te við.

img_6864

img_6586

Brunsj

Leygardag frá

kl. 10 til kl. 14

Hvønn leygarmorgun borðreiða vit ein góðan fjølbroyttan brunsj á sjálvtøkuborði, við m.a. egg, fleski, bønum, pylsum, pannukøkum, breyði, frukt, nøtum í siropi, tertu, og ymiskum løttum miðmálarættum. Nýbakaðir bollar eru eisini ein fastur partur á borðinum

.

 

 

Burgarar

Umleið aðru hvørja nátt steikja vit lambskjøt og svínakjøt í minst 12 tímar við lágum hita. Soleiðis fáa vit besta kjøtið til ein vælsmakkandi og mettandi, men lættan burgara. Vit gera okkara egnu sósir og dressingar; fermentera føroyskar røtur, gularøtur, kálrabi, og hvítar mairøtir, sum hóska sera væl til hesir burgarar. Afturvið borðreiða vit føroysk smáeplir úr Gásadali, lætt kókað, og síðani ovn stokt. Lekkrir, grovir bollar verða brúktir til burgararnar.snapseed-1

Lambsburgari

Heimagjørd barbequesós, iceberg, langtíðarsteikt lambskjøt, toppað við heimagjørdum coleslaw við føroyskum rótum. Ovnstoktu smáeplini eru afturvið, umframt chilimajonesa.

Pulled Pork (hálað svínakjøt)

Heimagjørd barbequesós, iceberg, langtíðarsteikt svínakjøt, toppað við heimagjørdum coleslaw við føroyskum rótum. Ovnstoktu smáeplini eru afturvið, umframt chilimajonesa.

Høsnarungaburgari

Høsnarungi, flesk, karrydressingur, iceberg, tomat, agurk og reyðleyk. Ovnstoktu smáeplini eru afturvið, umframt chilimajonesa.

Salat

Fríða hevur avtalu við Á í Klaksvík, at vit hvønn dag fáa tað besta grønt og frukt til hurðina. Tey fáa nýggja frukt og grønt heim 3 ferð um vikuna, og er hetta avgerandi fyri at vit altíð kunnu borðreiða frískt salat og frukt. So ofta sum møguligt royna vit at hava heimagjørt breyð ella bolla afturvið, og gera vit allar dressingar sjálvi.

Høsnarungasalat

Iceberg, agurk, tomat, piparfrukt, ristað nøtu/kjarnu blanding, hunangsmelón, reyðleykur, broski flesk og olivenolja, umframt grillaðir høsnarungastrimlar kryddaðir við karry. Afturvið fært tú góðan karrydressing og breyð eftir ynski.

Rækjusalat

Iceberg, agurk, tomat, piparfrukt, reyðleykur, stórar, góðar rækjur, heimagjørd vinaigretta, dild og frísk ananas. Afturvið fært tú góðan dilddressing við hvíttleyki og breyð eftir ynski.

Laksasalat

Royktur laksur frá Hiddenfjord verður lagdur omaná eina fríska salat við iceberg, tomat, agurk og reyðleyki. Pyntað verður við laksaeggum, súltaðum hvítum mairótum og pocheraðum rabarbum. Vinaigretta omanyvir, umframt okkara frískliga rabarbudressing og breyð eftir ynski.

Croissant

Croissanturin hevur sín uppruna í Frankaríki. Tað er eitt søtt horn, gjørt úr smørdeiggið, har smørið verður laminerað inn í deiggið í nógvum tunnum løgum. Hetta ger hann broysknan uttan, men bleytan innan. Bollin er søtur og hóskar seg sera væl til bæði miðmála, morgunmat og dessert. Vit baka croissantar hvønn morgun.

Croissantur við Serrano og brie

Croissanturin verður hitaður og fyltur við góðari, spanskari Serrano skinku, kremutum brieosti, iceberg, tomat, reyðleyki og olivenolju. Perfekt saman við einum góðum cappuccino.

Croissantur við rækjum – Ein miðmála favorittur millum gestir okkara. Lætt, skjótt og leskiligt.

Croissanturin verður hitaður og fyltur við frískum salati og rækjum, pyntaður við sitrón, agurk, tomat og reyðleyki. Afturvið er góður dilddressingur.

Croissantur við royktum laksi

Croissanturin verður hitaður og fyltur við frískum salati og tí góðskugóða, føroyskt roykta Hiddenfjord laksinum. Afturvið eru súltaðar hvítar mairøtur og pocheraðar rabarbur.

*Ynskir tú eitt meira heilsugott breyð ístaðin fyri croissantin, t.d. grovt rugbreyð, brotbreyð ella hvítan bolla, kann hetta sum oftast lata seg gera. Spyr bara við diskin, vit eru altíð fús at tillaga okkum til tín tørv.

Køkur

Køkurnar hjá okkum eru altíð heimabakaðar, og bakað verður fleiri ferð um vikuna. Nakrar av teimum eru fastar á borðinum, so sum gularótakøkan og sjokobanan, men sum oftast eru minst trý sløg at velja í. So ofta sum møguligt verða føroyskar rávørur brúktar, t.d. rabarbur. Smørið, rómin, súrrómin og mjólkin, ið verða brúkt, eru altíð føroysk, og tá møguleiki er til tað, verða føroysk egg eisini brúkt. Uppskriftirnar, ið arbeitt verður út frá, eru bæði umskapaðar elligamlar uppskriftir, umframt upprunaligar uppskriftir. Eisini royna vit ymiskar uppskriftir, ið eru tøkar á netinum/alnótini.

Gularótakøka

Hóskar kanska serliga væl afturvið einum krússi av te. Væl rivnu gularøturnar geva køkuni saft, og søta, mjúka kremið omaná hóskar sera væl til.

Sjokobanan

Okkara best umtókta køka ígjøgnum tíðina, bæði av vaksnum og børnum. Væl búnaðu bananirnar, ið verða nýttar til uppskriftina, gera køkuna saftiga og eitt sindur krepruta. Mjúkt sjokokrem omanyvir og góðir sjokulátaknappar hóska sera væl til ein sterkan kopp av kaffi.

Aðrar køkur

Rabarbuterta, flekka, Oreokøka, jarðberjaterta, sjokuláta ganache, súreplakøka, tricolorekøka (brownie, hvít sjokuláta, skovbærmousse), Matcha køka…
Sí fleiri myndir á http://www.facebook.com/fridakaffihus ella á Instagram.

img_6863

 

 

Mjølfrítt

Oftari og oftari bjóða vit køkur, ið ikki innihalda mjøl. Ætlanin er at vit altíð skulu hava minst eina fasta køku á borðinum, ið er uttan mjøl.

*Viðmerkjast skal tó, at mjølfríu køkurnar kunnu innihalda spor av mjøl, tí tær eru bakaðar í sama umhvørvi sum hinar køkurnar vit hava.

 

Bílegg til eitt serligt høvi

Vit gera eisini smábitar av køku ella øðrum bakstri til m.a. móttøkur. Eisini er møguleiki at keypa heilar, rundar køkur. Viðvíkjandi bílegging av smábitum, heilum køkum ella brúðarkøku, setið tykkum í samband við bjorg@frida.fo, ella ring á 333344 fyri nærri kunning.