Leveringstreytir

Takk fyri vitjanina á heimasíðuni hjá Fríða Kaffihús.

Okkara kakur kunnu avheintast í kaffihúsinum, tvs. at vit hava ikki møguleika fyri levering.

Týdningarmikið er, at bílagd verður í seinasta lagi kl. 16 tveir yrkadisdagar frammanundan, at kakan heintast. Avheintast kann ikki sunnudagar og mánadagar. Um tú vilt hava eina kaku til ein týsdag, má hon bíleggjast í seinasta lagi kl. 16 sunnudag. Um tú vilt bíleggja eina kaku til sama dag, ber til at venda sær til Fríðu Kaffihús at vita, hvat úrvalið er júst tann dagin.Kakan er klár at heinta kl. 14 í kaffihúsinum, um tú ikki hevur avtalað annað við okkum. Tú ert altíð vælkomin til at ringja til bakaran á tlf. +298 253784, um tú hevur spurningar viðvíkjandi bíleggingini.