KAKUR


Vit fegnast um, at okkara kakur nú kunnu bíleggjast á heimasíðuni og verða heintaðar í Fríðu Kaffihúsi. Tá ið kakur eru bílagdar á heimasíðuni, eru tær altíð heilar - umleið 20 cm í tvørmáti, tað vil siga 10-12 stykkir. Sí okkara spennandi úrval niðanfyri.
VEITANARTREYTIR: Fyri at fáa besta úrslitið, vil bakari okkara, Bjørg Mohr, hava, at tit bíleggja í seinasta lagi kl. 16 tveir yrkadagar frammanundan, at kakan skal heintast. Avheintast kann ikki sunnudagar og mánadagar. Um tú vilt hava eina kaku til ein týsdag, má hon bíleggjast í seinasta lagi kl. 16 sunnudag. Um tú vilt bíleggja eina kaku til sama dag, ber til at venda sær til Fríðu Kaffihús at vita, hvat úrvalið er júst tann dagin.
Kakan er klár at heinta kl. 14 í kaffihúsinum, um tú ikki hevur avtalað annað við okkum. Tú ert altíð vælkomin til at ringja til bakaran á tlf. +298 253784, um tú hevur spurningar viðvíkjandi bíleggingini.
TILFAR: Vit brúka føroysku vørurar frá MBM til allar køkurnar. Til ber at fáa onkrar av kakunum við ongum gluten. Tað sæst í frágreiðingini um kakuna. Fríða Kaffihús kann ikki tryggja 100%, at kakurnar eru heilt glutenfríar, tí allar kakur eru gjørdar í sama køki.