

Leskiligir tapasrættir og mjúkir tónar
Leskiligir tapasrættir, og mjúkir klavertónar frá Magna Husgaard
So er tað vælumtøkta tapaskvøldið aftur á skránni hjá Café Fríðu.
Kom við til eitt hugnaligt kvøld saman við vinum, familju ella bindiklubbanum.
Vit byrja við Kir Royal vælkomstdrykki, og síðani borðreiða vit við alskins freistandi tapasrættum, meðan Magni Husgaard ger løtuna serliga hugnaliga við mjúkum tónum á klaverinum.
Eitt friðsælt og hugnaligt kvøld – perfekt at njóta saman við vinkonunum.
Minnist til at viðmerkja um tit eru bólkur sum skal sita saman, ella ein bíleggur fyri øll 😊
Tað er avmarkað pláss, so ikki bíða ov leingi við at bíleggja tær pláss, seinast bleiv útselt.

