

FríðuTónar við Jens Marna Hansen
FríðuTónar byrja á Torradøgum
FríðuTónar er heiti á nýggjari konsertrøð, ið byrjar á Torradøgum og endar við einum braki 26. mars.
Eftir ein langan vetur við tvørandi koronaavmarkingum, ið so at siga hava lagt alt mentanarlív í býnum niður, verður nú farið undir at skipa nakrar áhugaverdar tónleikaupplivingar í hjartanum av býi okkara.
FríðuTónar skal skapa karmar um góðan tónleik, hugnaligt umhvørvi og aftur savna fólk til góða samveru.
Saman við góðum tónleiki, verður eisini møguligt at keypa sær lekkurt kaffi, spennandi cocktail’s ella okkurt lætt etandi.
Vit byrja við Jens Marna Hansen, ið føroyingar kenna fyri framúr góðu røddina og mongu sangirnar, ið flest øll kenna orðini til.
Jens Marni kemur væl upplagdur til Klaksvíkar, og byrjar konsertin kl. 21.00 og heldur áfram til kl. 23.00.
Øll fáa bjóðað vælkomudrykk, tá ið tey koma at njóta løtuna.
Talan er um konsertir, har fólk verða sitandi – har møguleiki eisini er fyri at sleppa av við jakkan í garderopuni – og er tónleikainnslagið deilt í tveir partar, so møguligt er at keypa sær okkurt og njóta samveruna í steðginum.
Atgongumerki til konsertina við Jens Marna Hansen kosta 150 kr.

