

FríðuTónar við SWAY
Sway er ein nýggj Jazz Trio, ið syngja lívligar og undirhaldandi A capella sangir. Við íblástri frá The Andrews Sisters skriva tær sínar egnu sangir og føra fjøldina aftur til brølandi 1920’ini.
SWAY is a new Faroese Jazz Trio singing lively entertaining A capella songs. Inspired by The Andrews Sisters to write their own original songs and bring the audience back to the 1920’s with some good old standards.
FríðuTónar
FríðuTónar er heiti á nýggjari konsertrø.
Eftir ein langan vetur við tvørandi koronaavmarkingum, ið so at siga hava lagt alt mentanarlív í býnum niður, verður nú farið undir at skipa nakrar áhugaverdar tónleikaupplivingar í hjartanum av býi okkara.
FríðuTónar skal skapa karmar um góðan tónleik, hugnaligt umhvørvi og aftur savna fólk til góða samveru.
Saman við góðum tónleiki, verður eisini møguligt at keypa sær lekkurt kaffi, spennandi cocktail’s ella okkurt lætt etandi.
Øll fáa bjóðað vælkomudrykk, tá ið tey koma at njóta løtuna.
Talan er um konsertir, har fólk verða sitandi – har møguleiki eisini er fyri at sleppa av við jakkan í garderopuni – og er tónleikainnslagið deilt í tveir partar, so møguligt er at keypa sær okkurt og njóta samveruna í steðginum.

