

Café Quiz
Hvørt leygarkvøld í oktobur og novembur er Café Quiz á Café Fríðu
- 4 rundir og hvør runda hevur 10 spurningar
- Tað kunnu verða upp til 4 fólk við hvørt borð, og spæla saman sum eitt lið. Eitt vinnandi lið, verður funni eftir hvørja rundu.
- Vinningar er gávubræv frá Café Fríðu ella ein kanna av onkrum góðum frá Føroya Bjór.
- Hvør quizrunda er uml. 30 min. har er so stutt pausa millum hvørja rundu. Tað er ikki neyðugt at verða við til allar 4 rundirnar.
- Fyrsta quiz runda byrjar kl. 21 og er sísta runda liðug uml. kl. 23:15
- Café Fríða hevur opið til kl. 00
Hesu eru Quizmasters komandi vikurnar:
18. nov vitjar Jóhann Lützen
25. nov vitjar Heri Signar Nolsøe
2. des vitjar (óvist enn)

